Natúrsápa

Rating 5.0 (average of 11 opinions)

Natúrsápa úr føroyskari seyðatálg og góðum oljum. Fæst við ella uttan anga. Ymisk sløg til húð, hár, reingerð o.a.




Henda natúrsápan er framleidd úr føroyskari seyðatálg og góðum oljum. Sápan er mild, og húðin verður mjúk og bleyt av at brúka hana. Sápan er sera drúgv og munagóð - og fæst við ella uttan anga.

Nógv ymisk sløg eru at velja ímillum, so sum:
• Hand- og baðisápa
• Andlitssápa
• Skrubbisápa

Prísur: 1 króna fyri grammið

-----------------------------------------------
Eisini fæst Natúrsápa til øll sløg av reingerð, so sum:
• Reingerð í køki og baðirúmi
• Uppvask
• Klædnavask - bæði í maskinu og við hond
• Trævask - gólv, borð o.a.

Prísur: 1,5 króna fyri 10 gramm

-----------------------------------------------
Í 2014 byrjaði eg at gera sápu úr føroyskari seyðatálg. Tað byrjaði við at eg gjørdi sápu úr tálg, tí tálgin var vorðin ein spillvøra frá okkara slakti.
Tá eg fór undir at kanna seyðafeitt, fann eg út av, at seyðatálg er sera væl egnað til menniskju, tí tað er sama innihald í undirhúðini hjá menniskjum, sum tað er í seyðatálg.
Í 2015 komu sápurnar út í handlarnar.
Eingi kemikaliu eru í sápini og við tíðini havi eg latið aðrar vistfrøðiligar oljur í sápuna, sum eisini eru góðar fyri húð og hár.
Húðin gerst mjúk og bleyt av at brúka Natúrsápu, og sápan hevur víst seg eisini at vera góð til skurvuta og psoreasis-kenda húð.
Í 2016 bleiv bleyt sápa gjørd til at vaska klæði í, og henda sápan vísir seg at rigga stak væl. Eg havi fingið góða afturmelding frá fólki, sum siga, at klæðini blíva bleyt og deiliga rein. Sápan tekur eisini blettir s.s. feitt og annað úr klæðum, um tú smyr sápuna á, letur torna og vaskar sum vanligt. Tað er óneyðugt at brúka skolievni, um tú vaskar við Natúrsápu.
Bleyta sápan kann nýtast í vaskimaskinu og til handvask.
Eisini er bleyt sápa til alla reingerð s.s. uppvask, reingerð í køki og baðirúmi, reingerð av trægólvum, træborðum o.a.
Sápan verður seld í endurnýtslugløsum frá m.a. súltutoyi.
Í 2017 havi eg framleitt dagkrem, hand- og fótkrem og varrakrem, sum er sera væl umtókt. Hetta kremið til kropsrøkt er ikki komið út í handlarnar enn, tí tað hevur verið sera trupult at fáa fatur á krukkum úr útlondunum. Í løtuni ber til at keypa krem, um tú sjálv/-ur kemur við krukku at fylla krem í.
Vælkomin at venda tykkum til mín á mail: mtindskard@gmail.com, um tit hava spurningar.

    Salute/bellezza

   +298513847

      Facebook page

      Tórshavn, Faroe Islands

Leave a comment


Other in the area

Tvørmegi CrossFit

Tórshavn

Kötlum

Tórshavn

Matas í SMS

Tórshavn

Vælvera Fitness

Tórshavn

Orkuró

Tórshavn


"Find your fav relax venue... in one click"