Vælkomin til Vælvera Fitness – tann einasta fitnessketan í Føroyum við sentrum í Tórshavn, Runavík, Vestmanna og Vági
Hjá Vælvera Fitness kýta vit okkum altíð eftir at veita tað bestu tænastuna og at hava tær bestu umstøðurnar. Vit bjóða tí altíð liðvenjingar við útbúnum liðvenjarum frá mánadag til leygardag. Vit bjóða liðvenjingar í aerobic, dansi, kampsporti, X-FIT, cirkel/switch, og vit hava konceptlið.
Umframt at bjóða limum okkara eitt stórt úrval av liðvenjingum, hava vit eisini nýggjar venjingarmaskinur frá Cybex. Vit hava eitt stórt úrval av maskinum til cardio, styrkivenjing umframt frívektir. Tú kanst lesa meir um okkara úrval á heimasíðu okkara. Í Tórshavn bjóða vit harafturat strongman-venjing við Atlas Stones, Log Lift, Farmers Walk og platform til deadlift
Okkara prísir liggja ímillum 212-369 kr., alt eftir limaskapi. Fyri børn undir 12 ár, kostar tað 129 kr. og fyri børn millum 12-15 ár, kostar tað 199 kr. Tú kanst lesa meira á okkara heimasíðu.
Vit bjóða eisini persónliga venjing og kostvegleiðing av útbúnum venjara frá Syddansk Universitet. Hevur tú spurningar um persónliga venjing ella kostvegleiðing, ert tú vælkomin at skriva til rune@vaelvera.fo
Gym/Physical Fitness Center, Beauty, Cosmetic & Personal Care
Ce site recueille et organise une liste d'installations de détente et de loisirs dans le monde entier. Vous pouvez trouver ce qui vous intéresse en quelques clics et gratuitement.
Le site vit exclusivement par la publicité alors nous vous demandons de désactiver bannière blocage. Si vous ne voulez pas subir les tracas de quelques bannières non invasifs, puis débarqué avec les tracas de la recherche dans le cas où vous devez ailleurs ou cliquez sur J'AIME
Laissez votre commentaire